Sigmundur Brestisson

Standmynd í Sandvík til minnis um Sigmund Brestisson. Hans Pauli Olsen gjørdi standmyndina í 2006. Heitið er: Sigmundur Brestisson - Hin seinasta ferðin.
Tað sigst, at Sigmundur Brestisson liggur grivin undir hesum steininum, sum sæst vinstrumegin á myndini.

Sigmundur Brestisson (føddur 961 í Skúvoy - doyði í Sandvík 1005).

Sambært Føroyinga søgu var tað stórbóndin og víkingurin Sigmundur Brestisson, ið kristnaði Føroyar. Í ár 999 noyddi Sigmundur, eftir boðum frá norska konginum Ólavi Trygvasyni, føroyingar at taka við nýggjari trúgv og rinda norsku krúnuni skatt. Mótstøðan móti skattinum og nýggju trúnni, undir leiðslu av Trónda í Gøtu, varð skjótt niðurbard, og hóast Sigmundur sjálvur læt lív, fekk kristindómurin fótafesti.

Sigmundur gifti seg við Turið Torkilsdóttir, dóttir Torkil Barfrost (summastaðnis kallaður Turrfrost) og Ragnhild Toralfsdóttir, úr Noreg. Saman fingið tey dóttrina Tóra Sigmundsdóttir, ið seinni gifti seg við Leivur Øssursson.

Gravstaðurin hjá Sigmundi við gravsteini er varðveittur í kirkjugarðinum í Skúvoy.[1]

  1. Posta.fo

Developed by StudentB